Russar hava álvarsamar avleiðingar fyri heimafriðin

Felagið Heimafriður minnir nú Løgtingið á, at russisku skipini hava álvarsamar avleiðingar fyri heimafriðin og trivnaðin hjá føroyingum

 

– Nú Løgtingið skal taka støðu til uppskot frá Fólkaflokkinum um at loyva russiskum skipum í føroyskar havnir aftur, vil Heimafriður minna Føroya Løgting á, at slík avgerð hevur álvarsamar avleiðingar fyri heimafriðin og trivnaðin hjá Føroyingum. 

 

Tað skrivar felagið Heimafríður í tíðindaskrivi í morgun. Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið frá Fólkaflokkinum um at linka revsitiltøkini, sum Løgtingið hevur sett í verk ímóti Russlandi eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina - vit at taka av aftur havnarstongsulin, sum er galdandi fyri russisk skip.

 

– Tí Russisku skipini og frystiskipini, sum russisku skipini umskipa til, larma óvanliga nógv. Hesi skip, eru ikki egnað at liggja nærendis búðstaðarøkjum, sigur Heimafriður.

 

Og tey halda fram:

 

– Seinastu árini hava heimafriður, landsmyndugleikar og havnir kring landið mótiki hundraðtals klagur um skip, sum órógva fólk, so mikið nógv at tað ávirkar svøvn og trivnað hjá fólki. 

 

Síðani havnastongsulin kom í gildi er talið av klagum minkað niður í nærum einki, sigur felagið. 

 

– Um skipini sleppa til bryggju aftur, kunnu vit vænta,at avgerðin fær likamligar og sálarligar fylgjur fyri fólk, sum búgva nærendis havnir í Føroyum. 

 

– Heimafriður heitir á landsins leiðarar um at varðveita havnastongsulin, til ein lóg er samtykt at verja heimafriðin hjá føroyingum ímóti slíkum ágangi, skrivar felagið Heimafriður.