Russar hótta Evropa við rakettum

Russland hóttir nú við at seta upp kjarnorkuløddar rakettir, sum eru førar fyri at sleppa ígjøgnum rakettverjuna, sum USA ætlar at verja seg og Evropa við. Tað sigur russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, í einari viðmerking til, at einki er komið burtur úr samráðingum millum Russland, NATO og USA um rakettverjuna, sum sambært amerikanarunum skal takast í nýtslu í 2020.

Hóttanin hjá russiska forsetanum er serliga álvarssom, tí enn einaferð hótta russar við at seta kjarnorkuløddar rakettir upp í Kaliningrad, sum er ein russiskur geiri millum Pólland og Litava.

-Vit umhugsa at seta Iskander-rakettir upp í Kaliningrad og at seta aðrar rakettir við markið har vesturi og har suðuri, segði Medvedev.

Iskander-rakettirnar bera næstan 2.000 kilometrar, skrivar Reuters.