Russar gjørdu "Katrinu"

Amerikanski veðurfrøðingurin Scott Stevens er sannførdur um, at ódnin "Katrina" var eitt væl skipað yvirgangsálop á USA.

Stevens hevur í fleiri ár hildið uppá, at tað er ikki náttúran, sum stýrir veðrinum á Jørðini, og hann sigur seg vera sannførdan um, at "Katrina" varð gjørd við hjálp frá veðurmaskinum, sum sovjetska fregnartænastan KGB gjørdi í seksti- og sjeytiárunum. Hann sigur, at fylgisveinamyndir av "Katrinu" vísa, at tað vóru serliga sterkir generatorar við elektromagnetiskum økjum og sera høgum ljóðbylgjum, sum ta hørðu skaptu ódnina.

Men russar vóru ikki einsamallir, tí sambært Scott Stevens var tann japanska mafian, Yakuza, uppií. Hann sigur, at japanska mafian leigaði fleiri veðurmaskinur frá KGB í 1989, og at Yakuza hevur stýrt veðrinum í Norðuramerika síðani. Sambært Stevens leigaðu japanar veðurmaskinurnar fyri at hevna amerikanska kjarnorkuálopið á Hiroshima og Nagasaki í 1945.

Scott Stevens ávarar amerikanararnar um, at USA verður rakt av einari náttúruvanlukku afturat í ár. Hesaferð verður tað ein harður jarðskjálvti ella eitt gos, sum verður har vesturi í landinum, sigur hann.