Fyri einum mánað síðani góvust russisku myndugleikarnir at kanna tilburðin, tá tann loyniliga sovjetska løgreglan avrættaði fleiri túsund polskar heryvirmenn í Katyn-skóginum uttan fyri býin Smolensk í 1940.
Russar vilja vera við, at tað finnast prógv fyri, at umleið 1.800 fólk vórðu avrættað, men polskir søgufrøðingar siga, at minst 14.000 pólendingar vórðu avrættaðir í Katyn-skóginum. Í 1943 funnu týskir hermenn líkini av 4.500 polskum heryvirmonnum í fleiri hópgravum í skóginum.
Í 1990 viðurkendi Mikhail Gorbatjov, at Sovjetsamveldið hevði fulla ábyrgd av tí, sum hendi, og í 1992 handaði Boris Jeltsin polska forsetanum Lech Walesa loynilig skjøl, sum vístu, at tað var Josef Stalin, sum gav boðini um at myrða teir polsku fangarnar.