Russar flyta ikki fiskin til Russlands

Russar selja eftir øllum at døma fisk úr Føroyum til lond, sum ikki boykotta Russland – og soleiðis kann landið, sum at kalla øll lond í Evropa – uttan Føroyar – boykotta, útvega sær kapital burtur úr føroyskum fiski

Hóast Løgtingið hevur samtykt, at russisk fiskiskip framvegis eru vælkomin í føroyskar havnir, so er okkurt sum bendir á, at júst fiskurin, sum verður fiskaður í Føroyum, verður sendur úr Føroyum til lond, sum ikki hava sett revsitiltøk í verk ímóti Russlandi.

 

Soleiðis kann vinningurin av fiskinum, sum russar veiða í Føroyum, verða við til at fíggja kríggið, sum Russland førir í Ukraina.

Tað er daglig sjón í Føroyum, at russisk fiskiskip umskipa veiðina í farmaskip. Men hesi farmaskip sigla ikki veiðuna heim til svangar russarar. Í øllum førum ikki øll.

Sum myndirnar vísa, so er talan um norskt-skrásett farmaskip, sum siglir russiskan fisk úr Kollafirði til Luanda í Angola.

##med2##

Annað dømið er lettiskt farmaskiið, sum siglir fisk úr Runavík til Lagos.

##med3##

Triðja dømið er farmaskip úr Panama, sum siglir fisk, sum russar hava fiskað í Føroyum til Las Palmas.

##med4##

Og fjórða dømið er farmaskip úr Bahamas, sum siglir fisk, sum russar hava fiskað í føroyskum sjógvi, úr Kollafirði til Las Palmas.

##med5##