Russ Taff – Faroe Islands

eitt megnar avrik og eitt super íkast í føroysku vinnuna

Vit hava, ígjøgnum tíðirnar, sóknast eftir onkrum, sum møguliga kann geva eitt íkast í tað vit vilja kalla mennandi og alternativan útflutning til høvuðsvinnuna og nú hava vit so eitt dømi um, at her á landi eru skapandi og gevandi kreftir, sum saktans kunnu bjóða seg fram á altjóða pallinum.

So kann onkur skunda sær at siga, at seinasta útgávan, við sangaranum Russ Taff, ikki skal skiljast sum slíkt, men havi eg so bara ta viðmerkingina, at tað snýr seg um at skapa gott og framskygt virksemi, sum kann geva okkum føroyingum góða og gevandi reklamu uttanlands – tað kemur seinasta útgáva hansara at geva.

Útgávan er á marknaðunum kring allan knøttin í dag, so hetta kann ikki merkja annað enn, at nøkur av heimsins eygu fara at venda sær hendavegin.

Hetta er júst enn eitt tekin um tónleikaligt og viljasterkt virksemi, sum vit, her á oyggjunum, eiga massar av, so tað kann ikki sigast annað enn at í føroyska tónleika- og mentanarlívinum er nakað, sum er við at festa røtur og verður lagt merki til úti í heimi.

So er aftur mín spurningur, um vit síggja nóg stórt virði í hesum og vilja stuðla undir, sum so bara tíðin og tey sum fara at ráða borgum mugu vísa okkum.

Onkur spyr so, hvat hetta hevur við føroyska vinnu at gera, og kann so aftur vísa á, at í t.d. Svøríki er tónleikavinnan eitt gott íkast til teirra búskap.

Fyri at vísa á sjálva útgávuna, er hon EITT MEGNAR AVRIK, sum eg ikki kann seta mín fingur á.

Hon er framúr produserað og so er tað hetta fantastiska, at nógv av okkara listafólkum hava fingið møguleikan at seta sítt fingramerki á, sum, eg haldi, gevur útgávuni NAKAÐ HEILT SERLIGT – framúr!

Sum eg ofta havi ført fram, so er hetta ikki spurningur, um vit hava nakað at geva, men ein spurningur at skapa karmar og møguleikar.

Tillukku við avrikinum!