Rusland verjir framvegis Assad

Russiska stjórnin stúrir fyri gongdini í Sýrialandi, men tey, sum fordøma stýrið hjá Bashas al-Assad, forseta, mugu hava í huga, at forsetin og stýri hansara eru í stríði við hernaðarligar bólkar av tí víðgongda slagnum.

Tað segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í trygdarráðnum hjá ST í dag. Hann legði afturat, at Russland er ímóti tiltøkum, sum hava til endamáls at fáa stýrið í Damaskus frá, og hann ávaraði ímóti øllum royndum at misbrúka ST-trygdarráðið.

-Tað er eingin ivi um, at teir sýrisku myndugleikarnir hava ta fullu ábyrgdina av viðurskiftunum í landinum. Men vit síggja ikki, at stýrið berjiost ímóti tí sokallaða fría sýriska herinum og víðgongdum bólkum, segði Lavrov.

Russland hevur leingi verið tann størsti stuðulin hjá stýrinum í Sýrialandi, og saman við Kina hevur Russland brúkt sýtingarrættin í ST-trygdarráðnum ímóti einum uppskoti um at fordøma ta harðrendu framferðina hjá Assad-stýrinum.