Eftir at ruskplássið á Klovningi í Fuglafirði hevur verið stongt í einar 14 dagar, letur økið nú upp aftur í dag. Tað var vegna smittuvanda í samband við korona, at kommunan gjørdi av at steingja økið av. Nú hevur kommunan so tikið eina nýggja avgerð, og hon er, at ruskplássið letur upp aftur í dag.
Tað boðar tekniska deild hjá kommununi frá.
Fuglafjarðar kommuna hevur sett upp nøkur verndarstig sum fólk, ið fara at brúka ruskplássið, skulu hava í huganum, og hetta er framvegis vegna smittuvanda. Fyrsta stigið er vegleiðingin hjá landslæknanum um at halda frástøðu, tá farið verður út á Klovning.
Heitt verður eisini á fólk, sum brúka ruskplássið, um at vaska og spritta hendur, og tað verður bara ein bilur í senn, sum sleppur inn á økið. Fyri at stytta um bíðitíðina, verður eisini heitt á fólk um at skilja burturkastið heima, áðrenn farið verður á ruskplássið.
- Vit heita eisini á fólk um ikki at koma við stórum nøgdum av burturkasti. Í staðin eiga fólk tá at venda sær til IRF, siga tey á teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu, sum leggja aftrat, at ruskplássið fyribils verður opið týsdag og hósdag frá klokkan 16 til 18 og leygardag frá klokkan 14 til 18.
##med2##