Rusk flýtur javnan á bryggjuni í Porkeri

Regluliga flýtur rusk á bryggjuni í Porkeri. Grannarnir eru í øðini og vilja hava viðurskiftini í rættlag. Bygdaráðsformaðurin játtar, at ruskið er ein trupulleiki:
- Áðrenn árið er farið, hava vit funnið eina loysn, sigur hann.

- Ruskið stendur á bryggjuni at kalla mitt í bygdini. Viðhvørt sær økið hampiligt út, men sum oftast er tað ein ótespilig sjón at síggja ruskið flóta allastaðni. Soleiðis hevur tað verið seinastu 20 árini, sigur Petur Meinhard Danielsen, sum býr tætt við bryggjuna. Hann leggur dent á, at allir grannarnir eru í øðini:
 
- Ruskið liggur bert 30 metrar frá sethúsunum. Um veturin luktar ruskið ikki so illa, men nú tað er summar, er tað fullkomiliga óliviligt her. Vit hava sent fleiri áheitanir til kommununa, men har fáa vit einki ítøkiligt svar. Somuleiðis hava vit ringt til Heilsufrøðiliga Starvsstovuna, men tey senda málið aftur til kommuna.
 
- IRF plagar at tøma ruskið hvønn mikudag, men longu sunnudag er bingjan full og rúgvurnar við síðuna av stórar, greiðir Petur Meinhard Danielsen frá. Hann skoytir uppí, at serliga er hann harmur um børnini:
 
- Børnini spæla altíð á bryggjuni, og tískil er ruskøkið teirra spælipláss. Tey spæla í lortinum og leita eftir ymiskum.
 
- Og tá brennistøðin herfyri var í ólagi, vóru ruskrúgvurnar fleiri metrar høgar. Fuglar, kettur og hundar drógu blæur og annað úr rúgvuni og dálkaðu økið enn meira. Nú stendur slaktið fyri framman, og tá verða rúgvurnar størri, og lepparoykurin ræðuligur, sigur Petur Meinhard Danielsen at enda.
 
Bygdaráðsformaðurin í Porkeri, Eli Frederiksen, játtar, at kommunan hevur fingið fleiri áheitanir, men hann hevur tó ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar til málið. Hann sigur tó í stuttari viðmerking, at bingjuplássið ikki altíð verið so væl umsitið, og at ábyrgdin liggur hjá kommununi:
 
- Vit hava arbeitt við málinum leingi, men tað hevur ikki verið lætt at funnið eitt nýtt pláss til ruskbingjuna. Nú hava vit fingið eina áheitan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har teir heita á okkum at loysa trupulleikan. Áheitanina ætla vit at taka til eftirtektar, og áðrenn árið er farið, hava vit funnið eina loysn, lovar Eli Frederiksen, bygdaráðsformaður í Porkeri.