Eitt russiskt herskipafylgi fór í morgun úr havnini í Baltiysk við kós ímóti Miðjarðarhavinum. Fimm skip eru í fylginum.
Russar hava ikki sagt nakað alment um ferðina, men eygleiðarar gita, at ferðin hevur samband við støðuna í Syrialandi. Eitt nú kann tað hugsast, at skipini skulu vera tøk til at flyta russiskar ríkisborgarar úr Sýrialandi, um stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta fellur, og tað gerst neyðugt at flyta fólk haðani.
Russland hevur nøkur herskip á leiðini við Sýrialand, men tey fara væntandi at sigla heim, tá avloysaraskipini koma.