Tey, sum smugla rúsevni til Føroya, royna alla tíðina at verða eitt sindur frammanfyri løgregluna. Av tí sama verða alsamt nýggir hættir tiknir í brúk í royndunum at smugla rúsevni til landið.
Og ásannast má, at hugflogið er gott.
- Vit hava sæð, at fólk eru komin higar við súklu, men at tey hava fylt rúsevni inn í dekkini, sigur Mikkjal Thomassen, narko-løgreglumaður
Hann sigur, at tey hava eisin tikið smuglarar, sum hava lagt rúsevni inn í dekk á bilum, tey hava við sær.
Summi gera sær enn størri ómak, tí løgreglan og tollvaldið í Føroyum, hava eisini tikið fólk, sum hava sveisað rúsevni inn í eldsløkkjarar.
Men meiri sermerkt er tað, at ein nýtt rák, sum er farið at taka seg upp, er, at smuglarar rætt og slætt keypa sær ein gamlan bil uttanlands til at smugla rúsevni í. Tey royna so at fjala rúsevni ymsastaðni í bilinum og so tá ið tey koma til Føroyar, verður bilurin so settur.
Les eisini: Løgdu hald á 3,8 klo av hassji
Men tað gera smuglarar, tí teir halda, at tað loysir seg. Í Føroyum er hassj nevniliga ógvuliga dýrt og her á landi kann eitt kilo av hassji seljast á svarta marknaðinum fyri 250.000 krónur, har tað kostar kanska 50.000 - 70.000 krónur at keypa í Danmark, so talan er um stóran vinning.