Runuvenjing og jetflogfør

Landsliðið hevði sínar trupulleikar til venjing í dag

Landsliðið hevur í dag hvat sína næst seinastu venjing undan landsdystinum móti Sveis sunnudagin. Tað er kalt og tað regnar í Luzern. Tað setti sín dám á vejingina.

 

Les eisini: Ivamálið er á vinstra bakki

 

Venjingarvøllurin hevur verið fyri atfinningum, tí hann ikki er nóg góður. Í dag fingu spælararnir tað veruliga at merkja, tí vøllurin var plaskvátur, tað regnaði og var kalt. Tað gjørdi eisini at vøllurin var bleytur og minti í støðum um eitt runudíki.

 

Mitt undir venjingini komu eisini tvey jetflogfør flúgvandi framvið. Tað ljóðar av nógvum, tá hesi lutfaldsliga lítlu jetfløgførini seta ferð á. Tað liggur ein flogvøllur, sum herurin brúkar, stutt frá venjingarvøllinum, so spælararnir hava nærmast vant seg við tað.

 

Eins og seinnapartin í gjár, so vandu Viljormur Davidsen og Jóhan Troest Davidsen ikki við restini av hópinum. Hesa ferð blivu teir testaðir og verða testaðir aftur í morgin. Í løtuni er óvist um Viljormur Davidsen verður tøkur til dystin.

 

Seinasta venjingin undan dystinum sunnudagin verður í morgin. Tá verður vant á Swissporarena leikvøllinum, har dysturin eisini verður spældur.