Tað var vátt, men tað var gott, tá út í móti 100 føroyingar runnu stuðulsrenning á Amager Strand seinnapartin í dag. Fyrireikararnir høvdu fingið Dánial Hoydal at seta tiltakið og Anniku Abrahamsen at hita tey mongu luttakandi upp.
Síðani varð skotið í gongd og stóra fylgi taldi alt frá hundum og barnavognum til børn á rulluskotum og rennandi vaksin. Hesi høvdu eina góða løtu á Amager Strand, hóast tað var heldur vátt og grátt í veðrinum.
Aftaná renningina var kaffi og kaka at fáa við málstrikuna, har tey luttakandi rindaðu møðina og nutu tey tíggju stigini, sum hóast alt eru í Keypmannahavn í dag.