Millum tey 2.000 fegnu fólkini í Eysturkommunu, er húsameklarin, Rúni Klein Joensen millum tey fegnastu, tí størri Víkinga-fjeppara er ringt at møta.
Morgunsendingin hjá Rás2 fekk orðið á Rúna í morgun, sum slær fast, at hann trúði alla tíðina uppá, at Víkingur kundi fremja hetta bragdið. Satt at siga heldur Rúni ikki, at bragdið skal samanmetast við undurið í Landskrona, tá Føroyar vunnu á Eysturríki. Rúni heldur, at Víkingur hevur somikið nógvar dygdir, samstundis, sum Tromsø ikki var eitt ræðandi gott lið. Tí er tað í Rúnasa verð ikki so óvæntað, at Víkingur nú stendur í 3. undanumfarinum í Europa League.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Rúni Klein Joensen hevði at siga í morgunsendingini í morgun.