TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Rúna Højgaard hjá H71, aftaná 25-21 sigurin hjá H71 á StÍF í Hoyvíkshøllini. Eitt úrslit, sum tryggjaði H71 pláss í FM-finaluni ímóti VÍF.
Rúni vildi ikki verða við, at H71 hevði serliga stórar trupuleikar við at knógva StÍF í dag. Um FM-finalurnar sigur hann, at VÍF er ein lítil favorittur, tí teir hava ligið á odda í Atlantic Airways deildina allan veturin.










