Rúni er blivin málmansvenjari hjá Njarðvík

Rúni Klein Joensen verður knýttur at sama felagi sum sonurin, Martin og Kaj Leo í Bartalsstovu

 

Stóri íslendski fótbóltsmiðilin, fotbolti.net veit at siga, at 49 ára gamli Rúni Klein Joensen tekur við sum málmansvenjari hjá Njarðvík, ið spælir í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Rúni avloysir Helga Má Helgason í starvinum sum málmansvenjari hjá Njarðvík. 

 

Sonur Rúna, Martin og Kaj Leo í Bartalsstovu eru í hópinum hjá Njarðvík.

 

Rúni hevur verið málmansvenjari hjá besta liðnum hjá Víkingi, NSÍ, kvinnulandsliðnum, og U15, U17 og U21-landsliðunum.

 

Njarðvík lá í tungum sjógvi í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini í fjør, men megnaði akkurát at bjarga sessinum í deildini.

 

Kappingin í næstbestu íslendsku deildini byrjar ikki fyrrenn 3. maj. 

 

Njarðvík spælir fyrsta dystin í Lengju-bikaranum, ið kann samanberast við okkara VFF-Cup á heimavølli 10. februar. Dysturin verður móti Þór Akureyri.