Rúni Djurhuus í býráðið

Á býráðsfundinum í gjár tók Rúni Djurhuus sæti í býráðnum fyri Sigrun Mohr úr Javnaðarflokkinum.

Á býráðsfundinum í gjár tók Rúni Djurhuus sæti í býráðnum fyri Sigrun Mohr úr Javnaðarflokkinum.Sigrún Mohr hevði boðið býráðnum frá, at henni barst frá at røkja starvið sum býráðslimur í meira enn samfullar 14 dagar, og sum fyriskrivað er í kommunulógini, so skal næsta fólk á listanum møta.

Næsti maður í listanum er Rúni Djurhuus – og tá Rúni Djurhuus tekur sæti í býráðnum, so kann hann sum einasti kommunustýrislimur í landinum fara við mammu síni á fund. Tí mamma hansara er Bjørghild Djurhuus, sum eisini umboðar Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð.

Bjørghild Djurhuus varð vald í býráðið á valinum í 2012. Eftir valið í 2008 var Rúni M. Djurhuus fyrsti varamaður floksins, og hann hevði sæti fleiri ferðir. Einaferð í eitt hálvt ár. Á valinum í 2012 stillaðu bæði Rúni og mamman upp á sama lista, javnaðarlistanum.

Mamman varð vald, meðan Rúni M. Djurhuus ikki varð valdur. Fyrsti varamaður hjá Javnaðarflokkinum gjørdist Levi Mørk. Men hann er fluttur úr kommununi og kann tí ikki møta í Tórshavnar býráð.

Tí er Rúni M. Djurhuus varamaður. Sum vera man eru ofta boð eftir Rúna Djurhuus, tí hann er varamaður hjá meira enn helminginum av Tórshavnar býráð, tí Javnaðarflokkurin hevur sjey av teimum 13 býráðslimunum í Tórshavnar býráð.

Hesaferð verður Rúni M. Djurhuus bara til tann eina býráðsfundin. Varalimir fáa ikki sæti í nevndum, uttan so, at hann hevur sæti í longri tíð enn tríggjar mánaðir.

Atkvøðurnar hjá Javnaðarflokkinum fullu soleiðis til seinasta kommunuval. Tey fyrstu sjey á listanum, eru tey, ið vórðu vald: 

 

Navn

Atkvøður

Heðin Mortensen

2.637

Bjørghild Djurhuus

281

Helena Dam á Neystabø

200

Sigrún Mohr

181

Elin Lindenskov

178

Tróndur Sigurðsson

177

Halla Samuelsen

170

Levi Mørk

164

Rúni Djurhuus

130

Maria Hammer Olsen

97

Bjørg Dam

97

Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð

87

Bergur Robert Dam Jensen

54

Heri Ólason Dam

51

Ingrid Selmudóttir Henriksen

41

Hilmar Joensen

16

Listin

38

Tilsamans

4.599