Rúni Bláfoss vart ph.d. á Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø

Fríggjadagin 8. mars vardi Rúni Bláfoss ph.d.-ritgerð sína um samband millum skipan av arbeiðstíð og ryggpínu hjá arbeiðsfólki. Ritgerðin kallast Daily fluctuations in low-back pain, fatigue, and stress among warehouse and construction workers

 

Hetta skrivar gransking.fo.

 

Rúni Bláfoss hevur framt sína gransking á Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA). Hann hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Syddansk Universitet (SDU).

 

Per Aagaard, professari á Institut for Idræt og Biomekanik á SDU, og Lars L. Andersen, professari á NFA hava verið vegleiðarar.

 

Í metingarnevndini vóru Mette Jensen Stochkendahl, lektari á Institut for Idræt og Biomekanik á SDU, Suzanne Merkus, granskari á STAMI í Norra, og Annett Dalbøge, lektari á Aarhus Universitet og Dansk Ramazzini Center.

 

Verkætlanin er stuðlað av Arbejdsmiljøforskningsfonden.

 

Rúni Bláfoss heldur fram sum granskari á NFA, m.a. við verkætlanini: “Når chefen er en algoritme”, sum toymið hevur fingið játtan til frá Arbejdsmiljøforskningsfonden.

 

Sí meira um Rúna Bláfoss her og her.

 

Meira um hetta sæst á www.gransking.fo