Klaksvík:
Í mong ár hava fólk tosað um hesa góðu rundkoyring, sum nú er við at koma um posthúshornið í Klaksvík. Og nú er hon ikki langt burtur. Arbeiðið hevur gingið væl, hóast tað varð darvað av verkfallinum á privata arbeiðsmarknaðinum fyrr í ár og síðani av summarfrítíðini. Men Hanus Poulsen sigur, at kommunan hevur boðað arbeiðstakarunum frá, at tað skal ganga skjótari, og tað sást aftur nú.
Ferðslan er nú eisini umskipað, tí tann nýggi vegurin tvørtur um Vágsbø er tikin í nýtslu, hóast hann slettis ikki er liðugur enn. Hetta elvir til eitt sindur av ólagi á ferðsluni, tí bilførarar ikki eru vanir við henda vegin, og tí at hann framvegis bert er ein arbeiðsvegur.
Hanus greiðir frá, at tað fara at koma enn fleiri umskipingar og at ferðslan fer at verða darvað enn meira, men samstundis leggur hann afturat, at tað letur ikki til, at fólk eru stórvegis ónøgd við hetta.
? Fólk lata til at skilja hetta væl og finna seg í tí. Tey vita, at soleiðis má tað vera, meðan arbeiðið er í gerð, sigur hann.
Sum nú er, er vegastrekkið frá Klaksvíksvegnum til Gerðagøtu og niðan Bøgøtu stongt, tí arbeitt verður við omankoyringini frá Bøgøtu og í sjálva rundkoyringina. Hanus sigur, at menn fara at arbeiða eftir klokkuni við teimum ymsu vegunum, sum skulu ganga inn í rundkoyringina.
? Teir eru sum sagt í holt við Bøgøtu, sum tá arbeiðið verður liðugt ikki longur verður einsrættaður vegur. Tá teir eru lidnir við hana, fara teir til omankoyringina við síðuna av handilinum hjá H. Michael Jacobsen. Tann gøtan verður stongd framyvir. Og oman og niðan koyringini norðan fyri gamla kirkjugarð í Vágstúni verður síðani gjørd. Hesin vegur kemur at ganga beinleiðis í rundkoyringina. Síðani verður tað Klaksvíksvegurin og at enda Biskopstøðgøta, og so eru allir vegirnir gjørdir. So tað er eyðsæð, at ferðslan verður nógv broytt tær komandi vikurnar, sigur Hanus Poulsen, sum ikki torir at siga við vissu, nær væntast kann, at arbeiðið verður liðugt.
Upprunaliga segði tíðarætlanin síðst í september, men Hanus veit ikki, um teir náa tað.
? Arbeiðið hevur sum sagt verið nógv darvað av verkfalli og frítíð, men nú gongur tað skjótt, sigur hann.
Men undir øllum umstøðum kann so staðfestast, at so longi arbeiðið upp á rundkoyringina er í gerð, so fer tað at merkjast væl í ferðsluni í miðbýnum í Klaksvík. Men tað fara fólk helst at sláa seg til tols við, tí talan er jú bert um eitt avmarkað tíðarskeið.










