Runavíkingar komu væl frá tí

Matematisku møguleikarnir fyri úrslitinum í Esbjerg leygardagin rukku líka frá 6-0 til 3-3. Jens Martin Knudsen tók broddin av vertunum ta fyrstu hektisku løtuna, og so vi_ og vi_ kom NSÍ til heilt stórar kjansir móti bronsuvinnarunum úr donsku superliguni.

(Esbjerg) Tá NSÍ í fjør spældi sín útidyst í UEFA Cup-kappingini í Norra móti Lyn, enda_i ta_ vi_ sorli. Heili 6-0 taptu runavíkinga tann dystin, eftir at teir á heimavølli høvdu tapt 3-1 í fyrra dystinum.
Leygardagin var tó líkt til, at NSÍ hevur lært naka_ av hesum, tí burtur sæ_ frá fyrstu løtuni móti bronsuvinnarunum í donsku superliguni, Esbjerg fB, var ongantí_ nakar veruligur vandi fyri endurtøku av sorlinum í fjør.
Fyrst og fremst var Jens Martin Knudsen ma_urin, i_ helt lív í gulu-svørtu vónunum í ítróttarleikvøllinum í Esbjerg, sum var karmur um dystin. Vi_ fleiri framúrskarandi bjargingum syrgdi hann fyri, at Esbjerg fB ongantí_ kom í holt vi_ nakra málveitslu.
NSÍ hev_i eitt sindur ilt vi_ at fóta sær fyrstu 15-20 minuttirnar, men fekk sí_ani spælt seg upp og fekk eisini í løtum givi_ Esbjerg líka fræga mótstø_u, sum li_i_ farna kappingarári_ mundi fáa frá fleiri ø_rum superliguli_um.
Víst fekk Esbjerg fB hol á longu í fjór_a minutti, tá Jerry Lucena smekka_i til eftir jør_ frá brotsteigarmarkinum, uttan at Jens Martin hev_i ein livandi kjans. Men annars var topphúgvuma_urin kongur í feltinum og tók alt, sum kom ímóti.
- Fyrstu løtuna vóru vit undir sera hør_um tr_sti, har teir at kalla skræddu okkum sundur. Men eg fekk gjørt nakrar bjargingar har, so eg má bara siga, at eg eri sera væl nøgdur, sigur Jens Martin.
- Hinvegin haldi eg, at vit fóta_u okkum øgiliga væl í dystinum. At vit fóru at fáa onkrar kjansir, høvdu vit í grundini rokna_ vi_, tí teir hava so álopshuga_ar bakkar, at fyrr ella seinni fór at ver_a pláss fyri onkrum í okkara part. Og so var eisini.

Fatur á rætta endanum
Tá hálvur tími var farin av fyrra hálvleiki, fekk NSÍ javna_ til 1-1. Máli_ kom eftir eina løtu, har NSÍ hev_i víst gott spæl, so tí var kanska væntandi, at onkur beinlei_is roynd móti málinum fór at spyrjast burturúr.
Málgevandi álopi_ var_ eisini sera gott. Bólturin kom heilt afturi frá vinstru verjusí_u umvegis Brynjolv Nielsen á høgra bakki fram til Helga L. Petersen, sum slapp fram vi_ tveimum verjuspælarum hjá Esbjerg fB, á_renn hann úr høgru fekk sent væl innfyri.
Gert Langgaard var á rætta sta_num og skuldi skjóta, men onkursvegna fekk hann ongantí_ skot á. Í sta_in fór bólturin aftur um hann, men har fylgdi Ian Højgaard upp og fekk smekka_ bóltin í mótsatta málkrók, uttan at Lars Winde í málinum hjá Esbjerg fB hev_i ein livandi kjans at bjarga.
- Ta_ var ótrúliga deiligt at síggja handan bóltin í málinum. At eg fekk bóltin, var kanska eitt sindur tilvildarligt, men hann kom at liggja øgiliga væl fyri hjá mær, og so var bara at vera avgjørdur og smekka til, seg_i Ian Højgaard, sum yvirhøvur var væl nøgdur eftir dystin.
- Jú, eg eri nøgdur. Men kortini hev_i eg vóna_, at bara eitt mál var á muni til sí_st. Vit kundu jú komi_ á odda 2-1, líka so væl sum vit kundu havt minka_ til 2-3. At vit so fingu tiki_ fer_ina úr dystinum og for_a_ teimum í at skapa naka_ allan seinna hálvlveik, eri eg framúr væl nøgdur vi_. Eg haldi, at vit hava lært okkurt frá dystinum móti Lyn í fjør, tá alt skrædna_i hjá okkum.
Tveir minuttir fyri hálvleik var Ian mi_depil í einari hending, i_ átti at havt kosta_ svenska framherjanum, Fredrik Berglund, rey_a korti_. Hann sparka_i Ian ni_ur beint undir li_ini á maltesiska dómaranum, i_ kortini ikki latst um vón, eins og linjudómarin heldur ikki læt vi_ seg koma.
- Ta_ var heilt ótrúligt, at hetta ikki skuldi kosta honum naka_, tí øll mundu hoyra brestin, tá hann sparka_i meg ni_ur, sigur Ian, i_ helt hetta vera orsøkina til, at Fredrik Berglund bleiv skiftur út í hálvleikinum.

Fleiri kjansir
Eftir at runavíkingar høvdu javna_, fingu teir fleiri møguleikar at leggja seg á odda. Fyrst Gert Langgaard vi_ einum frálíkum skallara frá fimmmetrinum, sum Lars Winde meistarliga fekk refleksbjarga_, eins og hann var skjótur út, tá Jónstein Petersen rann alla verjuna hjá Esbjerg fB av, men tamdi ov har_liga vi_ bringuni, so bólturin fór ov langt frá honum.
Eisini eftir at vertirnir høvdu lagt seg framum 3-1, hev_i NSÍ møguleikar at svara aftur. Tann størsta átti Helgi L. Petersen f_ra minuttir fyri hálvleik, tá hann í høgru sí_u fekk skrædd seg leysan av bakkinum og sent móti málinum. Hesa fer_ lá Lars Winde flatur uppi undir yvirliggjaranum og fekk jústa_ bóltin á samankomingina og út.
Í seinna hálvleiki var Helgi eisini arkitekturin aftan fyri kanska størsta møguleikan at fáa minka_ um munin, tá hann mestsum í yvirtí_ini fekk sent innfyri úr høgru sí_u. NSÍ-ararnir framman fyri málinum vóru í yvirtali og stó_u rættiliga væl fyri, men eingin teirra fekk fatur á bóltinum, i_ mestsum bara skuldi sópast inn.
- Eg eri ikki ordiliga nøgdur vi_ úrsliti_, men allíkavæl nøgdur. Teir eru eina deild betri enn vit, men eina ella a_rasta_ni hev_i eg vóna_, at vit kundu fingi_ ein javnleik, hóast ta_ er nokk so nógv at vænta sær, seg_i Helgi L. Petersen.
Hann var leygardagin ein av fleiri NSÍ-arum, i_ førdu seg fram á høgum stigi í dystinum móti donsku bronsuvinnarunum. A_rir vóru eitt nú Jónstein Petersen, Ian Højgaard, Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen og sjálvandi Jens Martin Knudsen.
Spurningurin er so, hvat NSÍ kann gera vi_ Esbjerg fB seinnapartin leygardagin, tá li_ini møtast á Svangaskar_i í seinna dystinum. Ta_ velst um, um tann dysturin fer at líkjast fyrstu løtuni vi_ stórum tr_sti á sær ella sí_sta korterinum av fyrra hálvleiki vi_ gó_um NSÍ-spæli í longum løtum.
Um vit venda aftur til matematikkina, so kemur NSÍ ví_ari vi_ einum 2-0 sigri. Ta_ er nokk meira, enn krevjast kann av føroyskum amatørum móti donskum yrkisspælarum, men hinvegin er bólturin framvegis rundur_

InterToto Cup
Leygardagin 19. juni 2004 í Esbjerg
Esbjerg fB-NSÍ 3-1 (3-1)
1-0: Jerry Lucena, 4. min.
1-1: Ian Højgaard, 30. min.
2-1: Søren Barslund, 36. min.
3-1: Jess Thorup, 38. min.
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Dánial Hansen, Óli Hansen, Sjúr_ur Jacobsen (Andy Olsen, 63.) - Aleksandar Jovevic (Kári Hansen, 46.), Ian Højgaard, Jústinus R. Hansen - Helgi L. Petersen, Gert Langgaard (Eddie Mikkelsen, 81.), Jónstein Petersen
Esbjerg: Lars Winde - Martin Jensen, Nikolai Høgh, Kjetil Pedersen - Frank Hansen, Jan Kristiansen (Tommy Løvenkrands, 46.), Jakob Poulsen, Jerry Lucena - Søren Barslund (Henrik Hansen, 78.), Fredrik Berglund (Morten Friis, 46.), Jess Thorup
Gul kort: Aleksandar Jovevic 17, Helgi L. Petersen 50, Ian Højgaard 64
Ásko_arar: 925 (harav minst 100-150 føroyingar)