Runavík skal hava somu sømdir sum Havnin fær

Hann góðtekur ikki at landskassin skal rinda fyri Havnina, men ikki vil rinda eitt oyra fyri runavíkingar

 – Hjá mær verður tað eitt krav, at líka støður verða viðgjørdar líka. Tað gjørdi Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, greitt, nú Løgtingið hevur viðgjørt ólavsøkurøðuna hjá løgmanni. 

 

Og tað, hann hugsar um, eru vegirnir, sum skulu gerast í sambandi við Eysturoyartunnilin. Á Streymoynni hevur Landskassin, og felagið, sum ger tunnilin, átikið sær at rinda ein stóran part av tí, tað kostar at gera vegin frá tunlinum, oman í Havnina. Á Strondum skal tunnilsfelagið gera vegin, men í Runavík er tað ætlanin, at kommunan skal rinda allan vegin sjálv.

 

Men tað vil Ingolf S. Olsen ikki góðtaka. Hann ásannar, at ein avtala er gjørd ímillum landsstýrið og Tórshavnar Kommunu um vegin til Havnar. Og hann staðfestur eisini, at avtalur skulu haldast.

 

– Men hjá mær er tað eitt krav, at líka støður verða viðgjørt líka, sigur hann. Og hann staðfestur samstundis, at enn hevur einki sannført hann um, at vegurin í Havn skal hava eina serstøðu, tá ið hugsað verður um, hvør skal gjalda.

 

Og hetta verður ein avbjóðing hjá samgonguni, tí samstundis verður strongt á at gera tunlarnar Norður um Fjall sum skjótast. Og harafturat hevur løgmaður gjørt greitt, at samgongan fer at skerja útreiðslurnar til íløgur. 

 

Men samgongan fær eina stóra avbjóðing afturat, og hon er, at eisini Heðin Mortensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, hevur eitt krav til samgongna, og tað kravið er, at vegurin ímillum tunnilin á Hvítanesi og Havnina, skal gerast nú.

 

Lítið og einki er sett av á fíggjarlógini til endamálið og hann heldur, at nú má Løgtingið taka seg saman. Samstundis ger hann púra greitt, at skal hann vera við í samgonguni, skal vegurin ímillum Havnina og Eysturoyartunnilin á Hvítanesi, ikki bíða longur.

 

– Skal eg vera við til nakra semju um at gera tunlar, skal vegurin ikki bíða longur, sigur løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin. 

 

Hann heldur, at ein loysn kundi verið at felagið, sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, tekur eitt ískoytislán, so at vegirnir kunnu gerast nú.

 

– Vegurin ímillum Havnina og tunnilin skal gerast nu, annars meldi eg pass, og so mugu aðrir tunlar heldur bíða eisini, sigur Heðin Mortensen.