NSÍ verður oddalið í Formula deildini í hvussu so er næstu vikuna. Og tað uttan mun til hvussu tað fer at ganga í dystunum í 17. umfari, sum í vikuni fara at verða spældir á nýggja graslíkinum í Gundadali.
Um veðrið verður til vildar í morgin, so verður roknað við, at graslíkið á ovara vølli í Gundadali verður klárt at spæla á týskvøldið. Tá er ætlanin, at HB-AB verður spældur týskvøldið og B36-B71 mikukvøldið.
Higartil eru tríggir dystir spældir í 17. umfari:
KÍ-Skála 1-0
NSÍ-GÍ 3-1
VB/Sumba-EB/Streymur 1-2
Støðan
NSÍ 38 stig
B36 34 stig
EB/S 32 stig
HB 24 stig
Skála 23 stig
GÍ 23 stig
B71 21 stig
KÍ 18 stig
AB 10 stig
VB/S 10 stig
NSÍ, EB/Streymur, Skála, GÍ, KÍ og VB/Sumba hava spælt 17 dystir, og hini fýra hava spælt 16 dystir.
Dystir næstu vikuna:
HB-AB - týsdagin
B36-B71 - mikudagin
18. umfar
sunnudagin 12. august
EB/Streymur-HB
AB-NSÍ
GÍ-KÍ
Skála-B36
B71-VB/Sumba