Karmarnir um veitsluna vóru framúr góðir og hugnaligir, høllin var pyntað við blómum og perum, so allir teir fínu ballkjólarnir hóskaðu væl til tað stásiliga veitsluhøli, sum var pyntað við hjálp frá Anette og Sámal Erik úr blómuhandilinum Orkis av Glyvrum.
Nógv spennandi var á skránni til borðhaldið, sum varð stýrt av Magna Poulsen av Skipanesi. Borgmeistarin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, bjóðaði vælkomin og megnaði alt fyri eitt at seta lív í veitslufólkið. Seinni vórðu ársins ítróttarfólk 2006 kosin fyri hvørt felagi.
Fyri Kappróðrarfelagið NSÍ varð Jón Rosenblad úr Lamba kosin ársins rógvari. Jón er búðsitandi í Danmark og hevði tískil ikki møguleika fyri at taka ímóti heiðursgávuni. Fyri NSÍ bleiv Kristian Høgni Jacobsen úr Saltangará kosin ársins fótbóltsleikari, fyri Støkk varð Silja Højgaard úr Rituvík kosin ársins fimleikari og fyri Tjaldur bleiv Anna Hansen av Glyvrum kosin ársins hondbóltsleikari. Heiðursgávurnar, sum blivu handaðar ítróttarfólkunum, vórðu latnar av Runavíkar býráð.
Jákup heiðraður
ÍSF-forsetin Heðin Mortensen var gestarøðari á veitsluni, og tá hann var liðugur við sjálva røðuna, rósti hann Jákup Mortensen fyri sítt stóra arbeiði fyri NSÍ, bæði sum undangongumaður, tá felagið fór í holt við fótbólt, og fyri sín 10 ára innsats sum NSÍ-formaður. Eftir hetta heiðraði ÍSF-forsetin Jákup Mortensen við silvurmerki og skjøldri frá ÍSF.
Jónsvein Olsen úr Rituvík undirhelt við sangi og spæli og eftir hetta settu 11 frískir fimleikarar lív í fólkið við dansi og sangi á pallinum. Karla Maria Gaardbo úr Runavík setti dám á við síni kraftigu rødd.
Borðhaldið endaði við góðum skemti frá lokalum kreftum. Eru teir nevndir so eru teir kendir. Umframt góðan felagssang og undirhald til borðhaldið, var maturin frá Sjókaféini í Runavík sera góður.
Tá borðhaldið var liðugt spældi Showmenn til dans. Samanumtikið ein sera væleydnað veitsla, sum er við til at betra samstarvið millum tey fýra feløgini. Frá fyriskiparunum frættist at Ítróttargalla í Runavík er komið fyri at vera.










