Amerikanski herurin hevur eina hondbók, sum ásetir, hvussu hermenninir skulu og kunnu bera seg at, tá teir avhoyra fangar hjá mótpartinum. Hondbókin skal tryggja, at hermenninir halda seg til tað, sum er ásett í Geneve-sáttmálanum um slík viðurskifti.
Men teir amerikonsku hermenninir, sum eru í Afghanistan og Irak, hava eina øðrvísi hondbók. Í henni eru 24 reglur um, hvussu teir avhoyra limir í Taliban ella menn, sum verða hildnir at hava samband við felagsskapin al-Qaeda. Sjey av hesum reglunum standa ikki í teirri vanligu hondbókini hjá amerikanska herinum, men tær vórðu settar í hondbókina hjá hermonnunum í Afghanistan og Irak eftir góðkenning frá Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra, skrivar Reuters.
Ein talsmaður hjá Pentagon váttaði týsdagin, at hermenninir í Afghanistan og Irak hava eina øðrvísi hondbók, og at sjey frávik eru. Fýra teirra kunnu hermenninir nýta uttan at biðja um loyvi til tess, men í hinum trimum førunum krevst góðkenning frá verjumálaráðharranum.
Talsmaðurin, Bryan Whitman, vildi ikki siga, hvat stendur í teimum sjey reglunum, sum eru komnar afturat. Hann segði kortini, at verjumálaráðið umhugsar at kunna almenningin um reglurnar fyri at sleppa undan gitingum um, at USA brýtur ásetingarnar í Geneve-sáttmálanum.
Fyrradagin sýtti løgmálaráðharrin, John Ashcroft, fyri at almannakunngera eitt skjal, sum eftir øllum at døma sigur, at USA tilskilar sær rætt at nýta harðskap og píning í bardaganum ímóti yvirgangi.