Rumlustrípur eru smá hol, ið gera, at tað fer at larma og ristast inni í bilinum, tá ið koyrt verður á tær Landsverk boðar frá, at arbeiði við at gera rumlustrípur inn eftir Kaldbaksvegnum byrjaði mánamorgunin. Rumlustrípur eru smá hol, ið gera, at tað fer at larma og ristast inni í bilinum, tá ið koyrt verður á tær. Rumlustrípurnar verða fresaðar niður í mið- og síðulinjurnar á vegnum. Kanningar í Danmark vísa, at rumlustrípurnar minka upp til 80% av hesum vanlukkum. Arbeitt verður á strekkinum millum rundkoyringina við Føroya Tele og Sandvíkarhjalla í dag og í morgin. Mikudagin ella hósdagin verður væntandi fari inn til Kollafjarðartunnilin, og so verður arbeitt millum tunnilin og Sund. Strekki millum Sund og Sandvíkarhjalla verður gjørt, eftir at tað er asfaltera av nýggjum í heyst.