Føroyska landsliðið hevur spælt ein EM-undankappingardyst ímóti Rumenia á útivølli har leikliga avrikið í stóran mun var uppmuntrandi, men sjálvt úrslitið var eitt vónbrot.
Rumenia - Føroyar 4-1 (3-1)
1-0 Ciprian Deac (27.)
2-0 Claudiu Keserü (29.)
3-0 Claudiu Keserü (33.)
3-1 Viljormur Davidsen (41. brotsspark)
4-1 George Puscas (63.)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum og dystarendanum.