Løkshøll var fullsett í morgun kl. 10, táið løtan saman við Andreasi byrjaði. Skúlin við Løkin hevði bjóðað næmingum í Tofta- og Stranda skúla til fyrilesturin, og tað kendist alt fyri eitt, at áhugin var stórur fyri evninum.
Borgarstjórin hugleiddi um týdningin sum rúmdarverkætlanir hava havt fyri serliga ta tøkniligu menningina í nýggjari tíð, táið hann bjóðaði gestinum og áhoyrarunum vælkomnum. David segði nøkur orð og síðan fekk Andreas Mogensen orðið.
Eftir fyrilesturin var farið inn í býráðssalin á Glyvrum, har kommunan beyð gestinum og fylgisveinum hansara ein bita afturvið einari frágreiðing um Runavíkar kommunu.