Rumbul um skaða hjá United-leikara

Ótti var fyri, at hann mátti sita uttanfyri í eitt hálvt ár, men nú er søgan ein onnur.

Støðan er als ikki góð í Manchester United hvat skaðum viðvíkur, og tað kann føra við sær, at teir reyðu úr Manchester mugu vera eina røð av leikarum fyri uttan í dystinum ímóti Arsenal leygardagin.


David De Gea, Rafael, Phil Jones, Jonny Evans, Luke Shaw, Michael Carrick, Angel Di Maria og Radamel Falcao eru allir ivasamir til dystin, meðan Marcos Rojo, Daley Blind, Jesse Lingard og Ashley Young við vissu ikki vera við.


Serliga hevur tað verið fløkjasligt við skaðanum hjá Daley Blind. Fleiri bretskir miðlar endurgóvu í dag Louis van Gaal fyri at hava sagt, at hann óttaðist fyri, at Blind mátti sita uttanfyri tað næsta hálva árið.


Manchester United vísti eisini til hesi tíðindini á Twitter, men seinni varð tað tikið burtur aftur, og síðani varð Louis van Gaal endurgivin frá tíðindafundinum í dag, har hann segði, at ein skanning um 10 dagar fer at koma við nærri ábendingum um hvussu drúgvur skaðin verður.


- Tað er ikki so ringt sum læknarnir hildu eftir dystin. Tað kann gerast drúgt, men ikki eitt hálvt ár, segði Louis van Gaal m.a. á tíðindafundinum.


Tað var í landsdystinum ímóti Lettlandi sunnudagin, at Daley Blind gjørdist skaddur. Talan er um ein liðbandsskaða í knænum.