Rudda slóð fyri at fáa oyggjaleikirnar til Føroyar í 2021

Tórshavnar Býráð ætlar nú at spæla ein virknan leiklut í royndunum at fáa vælumtóktu oyggjaleikirnar til Føroyar í 2021. Á fundi í annaðkvøld fer Tórshavnar Býráð at viðgera spurningin um at tryggja, at tað skal bera til at avgreiða allar kappingar á leikunum í Føroyum.

 

Fyrstu oyggjaleikirnir vóru í 1985 á Isle of Man og hava síðani verið hildnir annaðhvørt ár. Leikirnir vóru í Føroyum í 1989.

 

Ítróttasamband Føroya fer at søkja um at verða vertur fyri oyggjaleikunum í 2021 og hesum tekur Tórshavnar kommuna undir við.

 

Í tí sambandi er Býráðið sinnað at útvega karmar og umstøður til kappingar í teimum ítróttagreinum, sum eru kravdar, skulu Føroyar hýsa leikunum, men har umstøðurnar her á landi ikki eru nøktandi.

 

- Talan er um golf, tennis og skjóting.

 

Í hesum sambandi fer Tórshavnar Býráð á fundinum í annaðkvøld at samtykkja at senda Oyggjaleikanevndini eina formliga fráboðan, har býráðið bindur seg til at ganga á odda og saman við landsmyndugleikum og øðrum avvarðandi pørtum at tryggja, at nøktandi umstøður verða útvegaðar til hesar ítróttargreinar til leikirnar í 2021.

 

Tórshavnar Býráð ivast heldur ikki í, at tað ber til at hýsa minst 2.500 ítróttarfólkum í mesta lagi 10 minuttir í bili frá leikvøllunum í Havn.

 

Bæði mentanarnevndin og fíggjarnevndin hjá Býráðnum taka undir við hesi fráboðan og á fundi í annaðkvøld, fer býráðið at viðgera málið og ?allarhelst- at samtykkja tað.