Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Marco Rubio leggur Zelenskyj undir at siga ósatt

Í samrøðu við Reuters fyrr í vikuni segði Volodymyr Zelenskyj, at USA hevur sett sum krav fyri at veita trygdarváttanir, at Ukraina letur Russlandi alla ukrainsku Donbas-regiónina

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Eftir fundin millum uttanríkisráðharrarnar í G7-londunum hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, lagt ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, undir at siga ósatt.

 

Marco Rubio heldur ikki, at ukrainski forsetin er sannur, tá hann umrøður treytirnar hjá USA fyri at veita Ukraina trygdarváttanir eftir krígslok í Ukraina.

 

Í einari samrøðu við tíðindastovuna Reuters fyrr í vikuni segði Volodymyr Zelenskyj, at USA hevur sett sum krav fyri at veita trygdarváttanir, at Ukraina letur Russlandi alla ukrainsku Donbas-regiónina.

 

- Tað er lygn, segði Marco Rubio eftir G7-fundin í Fraklandi í dag. Amerikanski uttanríkisráðharri helt tað vera óheppið, at Zelenskyj hevur úttalað seg soleiðis, tí hann veit, at hetta er ikki rætt.

 

Ukrainski herurin hevur framvegis eftirlitið við einum minni parti av Donbas-regiónini. Sambært Financial Times hevur russiski forsetin sagt, at kríggið fer at halda fram, til Russland hevur eftirlitið við allari Donbas-regiónini.

 

 

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj