www.nernett.fo skrivar soleiðis um fótbóltsbrøðurnar úr Havn : - Teir føroysku landsliðsspælarnir Hendrik Lamain Rubeksen (27) og Tummas Hans Rubeksen (24) verða klárir at tørna út fyri Volda Fotball, áðrenn komandi vikuskiftið.
Í besta føri kunnu teir verða klárir til innandura-KM (Kretsmesterskapet - lokala meistaraskapið) sum verður í vikuskiftinum, sigur Johan Roppen, sum er leiðari í VTI Fotball (sum fótbóltsfelagið Volda eisini verður nevnt har á leiðum).
- Hendrik Lamain Rubeksen er fastur maður á A-landsliðnum hjá Føroyum, meðan lítlibeiggin, Tummas hevur spælt á tí føroyska U-21 landsliðnum. Bosmans-spælarnir (t.v.s. ongar sáttmálabindingar) koma úr HB Tórshavn, sum er størsta felagið í Føroyum (greinin nevnir ikki B71).
- Eg trúgvi hetta kann fara at verða gott. Tað besta við hesum sáttmálanum er, at hann fer ikki at kosta okkum nakað, sigur Johan Roppen.
At sáttmálin gerst veruleiki avhongur nógv av Hødd (har sum Rógvi Jacobsen spældi á sinni), sum møguliga kann bjóða brøðrunum ein fulltíðarsáttmála.
- Vit hava ikki ráð at løna spælarum. Tað longsta vit kunnu strekkja okkum til er eitt ferjukort, sigur Johan Roppen. Hann heldur ikki, at Hødd kann bjóða Hendriki og Tummasi Hans meir enn Volda. - Hvussu nógvar fulltíðarspælarar hevur Hødd? spyr Johan Roppen.
Besta liðið hjá Volda spælir í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.