Fiskivinna
Á Fiskavirking á Toftum verður nógvur toskur virkaður til saltfisk.
Birgir Nónsgjógv sigur, at seinastu tvey árini er úrtøkan úr toskinum minkað eini 5%, og hetta er í mun til, tá ið toskurin var bestur.
- Gongdin hevur verið jøvn, ikki ógvuslig. Í dag er toskurin ikki feitur, men
kortini væl nýtiligur í framleiðsluni.
Hørð kapping
Hann vísir tó á, at kappingin um fiskin er hørð, og rávøruprísurin er hareftir.
- Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, at úrtøkan úr toskinum er minkað 5%
seinastu tvey árini, men í krónum og oyrum er hetta ikki so lítið. Hetta merkir nevniliga einar 2 kr. fyri kg. av skiftisavlopinum.
Virkisleiðarin sigur, at tað er tyngri at fáa nakað burtur úr framleiðsluni, tá ið úrtøkan er minni, og fiskaprísurin er so høgur.
- Vit kunnu ikki trýsta marknaðarprísin longur upp, tí frammanundan selja vit saltfisk úti á marknaðinum fyri einar 12 kr. meira fyri kg. enn eitt nú norðmenn.
Hann heldur tað vera óhugsandi, at sleppast kann longur upp við prísinum .
- Eg haldi tí, at rávøruprísurin er ov høgur í mun til tað, sum marknaðurin kann
bera.
Birgir heldur, at í løtuni liggur ein ov stórur partur av prísinum eftir úti hjá skipum og manningum.
Lækkandi prísir
- Eg trúgvi ikki, at útlendski marknaðurin í longdini fer at keypa føroyskan saltfisk fyri ein og hvønn prís, tí tað eru so nógvar aðrar vørur á marknaðinum, sum eru nógv bíligari enn saltfiskurin.
Virkisleiðarin sigur, at hetta er besta tíðin úti á saltfiskamarknaðinum.
- Tí er tað ikki óhugsandi, at prísirnir fara at lækka aftur fyrst í komandi ári, sigur Birgir Nónsgjógv.