Úrtøkan hjá manningini er brúkilig

- Hetta er ein brúkiligur túrur, hóast ynskiligt var, at nøgdin var størri. Men, prísurin er góður, sigur Hjaltur Poulsen, skipari.

Fríggjadagin kom frystilínuskipið Ågot aftur á Klaksvík. Teir hava roynt á Íslandsrygginum í góðar fýra vikur og hava 75 tons av frystum og avhøvdaðum toski, svartkalva, blálongu og øðrum fiski.

 

- Hetta er ein brúkiligur túrur, hóast ynskiligt var, at nøgdin var størri. Prísurin er góður, og so vóru vit bara 10 mans. So, úrtøkan hjá manningini er brúkilig kortini.

 

Tað sigur skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Ågot fer at landa í vikuni, og so skal okkurt smávegis gerast, áðrenn farið verður nýggjan túr aftur hin 15. oktober.

 

- Umborð á Ågot eru teir takksamir fyri geyman við mongu videoupptøkunum, sum teir hava fingið frá sjómansmissiónini. Teir lurta og hyggja nógv, veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga.