Gott lag er millum nógvu føroyingarnar í Berlin í morgun, og nógvu føroyingarnir fyrireika seg upp á dystin ímóti stórfavorittunum Noreg í kvøld.
Aftur í dag skipa sponsorar fyri upphiting í Kreuzberg Festsaal klokkan. Tað verður klokkan 16:30 til 19:30.
– Til upphitingina bjóða vit andlitsmáling og klapparar.
– Eisini fara vit aftur at hava eitt brak av eini upphiting við nøkrum av okkara bestu tónleikarum, tá RSP og Eyðun og Terji á pallin. Til ber at keypa drykkjuvørur á staðnum, og nógv matarstøð eru tætt við hølið, har til ber at keypa sær okkurt gott at eta. Allir føroyingar eru vælkomnir, og tað er ókeypis at koma inn, siga fyrireikararnir.
Dysturin millum Føroyar og Noreg verður í kvøld klokkan 19:30 føroyska tíð.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##