Úrslitini í Sjóvar kommunu fínteljast enn einaferð

Bygdaráðið hevur samtykt at lata atkvøðurnar fínteljast enn einaferð

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur gjørt av, at atkvøðurnar frá kommunuvalinum 10. november skulu fínteljast enn einaferð.

Málið varð reist í kommunustýrinum eftir áheitan frá einum borgara, ið ynskti at hava atkvøðurnar fíntaldar aftur, og bygdaráðið gjørdi á eykafundi í gjár av at ganga ynskinum á møti.

Í valúrslitinum frá kommunuvalinum sæst, at tvey valevni á lista B, Hans Anders Jacobsen og Sonni Johansen, hava fingið eins nógvar atkvøður, 42 atkvøður, og tí er nærliggjandi at hugsa, at fínteljingin skal staðfesta, um munur er á teimum báðum. Í yvirlitinum yvir nýggja bygdaráðið sæst annars, at Hans Anders Jacobsen hevur vunnið sær sess í bygdaráðnum við lutakasti.

Artur Johansen, bygdaráðsformaður í Sjóvar kommunu, váttar fyri in.fo, at bygdaráðið hevur heitt á valstýrið um at skipa fyri enn einari fínteljing, men tað er ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá valstýrisformanninum enn.