Úrslitið vigaði minni

Henrik Larsen gleddist sjálvandi um sigurin á Kasakstan, men hann ivast ikki í, at talan verður um munandi torførari uppgávu týsdagin, tá seinni dysturin landanna millum er á skránni

venjarin

Tað var ein hampuliga væl nøgdur landsliðsvenjari, sum vit fingu orðið á eftir dystin móti Kasakstan. Ikki bara tí lið hansara hevði vunnið, men eisini tí hann hevði fingið møguleika at sæð fleiri av yngru leikarunum í altjóða dysti.
Sigurin fegnaðist hann sjálvandi um, men hann viðgekk tó, at bakgrundin fyri hesum var hálvgum bílig, tí mótstøðuliðið varð somikið skert eftir útvísingina tíðliga í dystinum.
- Sjálvandi er tað nakað, sum oyðliggur nakað í dystinum, og serliga órógvaði tað hinar í fyrra hálvleiki. Men eg haldi tó kortini, at vit spæla hampuliga væl. Vit skapa teir møguleikarnar, sum vit skulu skapa, og tað eydnast okkum eisini at skora upp á nakrar av hesum, so tann vegin eri eg væl nøgdur, helt Henrik Larsen eftir dystin.
- Eisni eri eg fegin um, at eg fekk høvi at síggja somikið nógvar leikarar í dysti. Sjálvandi eru útskiftingarnar nakað, sum órógva spælið hjá okkum, og móti endanum kundi tað eisini kostað dekan ov nógv. Men talan er um venjingardyst, og vit mugu eisini nýta hesar til at síggja, hvussu ungu leikararnir standa seg í altjóða dystum, og her haldi eg meg kunna siga, at eg var stak nøgdur.
Spurdur, hvørt tað var nakar einstakur leikari, sum hann helt skaraði framúr hesaferð, var Henrik Larsen ikki í iva, og skoðsmál hansara í so máta mundi eisini vera á leið tí, sum flestu áskoðararnir á vøllinum hildu.
- Jann Ingi spælir ein branddyst. Hann kemur mitt inn á miðjuna, og er við í øllum, og tað var veruliga nakað, sum imponeraði meg.
- Men sum sagt, so eri eg væl nøgdur um allar leikararnar. Vit skulu so til at sálda seks teirra frá til týsdagin, men tað merkir ikki, at teir glíða úr hitanum. Tað er í øllum førum eingin teirra, sum hevur spælt seg av liðnum, helt venjarin.

Nýggjur dystur
Sum Henrik sjálvur nevndi, so fekk tað alstóran týdning fyri dystin, at Kasakstan mest sum alt fyri eitt fekk eina útvísing at dragast við.
Hetta gjørdi serliga í fyrra hálvleiki, at føroyska liðið fekk sera lætt spæl, og eitt skifti kundi kanska roknast við einum metstórum landsliðssigri. Eitt met, sum tó var um reppið at enda við javnleiki ella kanska enntá tapi.
Landsliðsvenjarin er heldur ikki so bláoygdur, at hann roknar við nakrari lættari uppgávu týsdagin. Heldur ikki hóast føroyska liðið til ta tíð verður styrkt við útisetunum, sum nú koma aftur.
- Eg ivist ikki í, at vit nokk skulu fáa okkara at síggja til týsdagin. Hatta liðið hevur fleiri góðar leikarar, sum bæði duga og vilja spæla fótbólt. Lætt verður tað so ikki, helt altso Henrik Larsen at enda.