Valnevndin í Egyptalandi boðaði seinnapartin frá, at úrslitið av seinna umfari av forsetavalinum seinasta vikuskiftið verður kunngjørt í morgin.
Í seinna umfari høvdu veljararnir tvey valevni at velja ímillum, Mohammed Mursi (myndin), sum var valevni hjá Muslimska Brøðralagnum, og Ahmed Shafiq, sum var forsætisráðharri hjá Hosni Mubarak, fyrrverandi forseta.
Bæði valevnini hava kannað sær sigurin.