Kenny er føddur og vaksin upp í Dublin. Hann hevur ferðast kring Evropa og virkað sum gøtutónleikari. Men nú hevur hann pakkað gittaran, munnharpuna og trummuna og kemur til Føroyar at undirhalda á Cafe Natúr.Á skránni verður festligur tónleikur. Poppur og rokkur frá teimum seinastu 40 árunum kryddaður við góðum írskum fólkatónleiki.