Írskt, Ívar og Svabo í Vertshúskjallaranum

    

Leygarkvøldið klokkan 23.00 fer ein av elstu bólkum í landinum at spæla í Vertshúskjallaranum. Tað eru Spælimenninir . Spælimenninir hava spælt í skjótt tretivu ár ella síðani 1974. Bólkurin er óivað eisini nógv tann víðfarnasti í føroyskari tónleikasøgu. Hann hevur við skiftandi manning spælt í fleiri londum enn tað loysir seg at telja í einum stuttum tíðindastubba. Í ár hevur bólkurin eisini verið á ferð og hevur spælt í Hollandi og Fraklandi. Í oktobur liggur leiðin til U.S.A.
Spælimenninir spæla fólkatónleik úr Norðurlondum, Írlandi, USA og Hetlandi. Á skránni hjá bólkinum eru eisini spælimansløg, sum Ívar Bærentsen hevur gjørt, umframt fleiri løg úr nótabókini hjá Jens Christiani Svabo. Svabo skuldi vera fermur violinspælari og í nótabók sína, sum varð funnin á loftinum í Pæsastovu í 1928, skrivaði hann upp løg, hann hevði lært árini hann dvaldi í Keypmannhavn og á ferðum sínum m.a. í Onglandi.
Manningin í Spælimonnunum hevur sum nevnt verið skiftandi. Í løtuni er hon henda:
Jákup Lützen og Rebekka Blak spæla violin. Niels Galan, spælir mandolin, Ívar Bærentsen, ið hev-ur verið í bólkinum longur enn elstu menn minnast, glettir á mandolin og gittar. Sharon Weiss, ið eisini hevur verið í bólkinum í minst eitt mannaminni, blæsur í blokkfloytu og Kristian Blak, ið sambært fornkønastu frøðingum í føroyskari tónleikasøgu stovnaði bólkin, lemur klaverið (ið er nær um javngamalt við bólkin).
Spælimenninir byrja at spæla klokkan 23.00. Tey sum vilja leska oyruni við tí feingi av ljóðum og rútmum, sum hesi tónføstu heiðursfólk elva fram úr ljóðførum sínum, eiga at møta stundisliga og fjølment í Vertshúskjallaranum leygarkvøldið.