Stutt eftir at Ford Transit Connect kom á marknaðin í fjør, bleiv hann kosin "Van og the Year 2003" og bleiv harvið ársins vørubilur í Evropa. Nú, eitt ár seinni, er hann av donskum motorjournalistum kosin "Årets Varebil i Danmark 2004".
Grundgevingarnar vóru at Transit Connect er ein ektaður vørubilur við nýhugsan innan innrætting og við nógvum ymiskum møguleikum sum arbeiðsbilur. Eisini tað at bilurin fæst við styttri og longri aksilfrástøðum og við høgum taki. Bilurin er bygdur upp sum ein rættur vørubilur við einum undirvogni, sum ber vektina sera væl.
Sum standardútgerð er bilurin útgjørdur við t.d. anti-spinn, airbag framman í báðum síðum, sentrallás, el-síðuspeglum við hita og bæði rattið og førarasetrið kunnu stillast allar vegir. Tarnsit Connect fæst við turbodieselmotorum við 75 og 90 hk og einum 1,8 litur bensinmotori við 115 hk.