Ársins spælari heldur fram í Klaksvík

Hóast fyrispurningar frá øðrum feløgum, so hevur Filip Jovic longt sína avtalu við Team Klaksvík. Tað skrivar Norðlýsið í dag.

 

Filip Jovic var stórspælandi síðsta kappingarár. Serbin fekk eisini flottastu viðurkenningina á gallaveitsluni fyri viku síðan, tá hann varð kosin ársins spælari.

 

Avtalan millum Team Klaksvík og Filip Jovic er galdandi fyri komandi kappingarár.