Ársins spælari brotið nøsina

Nú er spurningurin um hann verður klárur til dystin móti B36

Føroyameistarar í bridge 2019: Balle Mohr, Rói á Rógvi Joensen, Pól Egholm, Allan Dal-Christiansen(liðskipari) og Eyðun Anthoniussen..

HB vann í gjár sín fyrsta sigur í landskappingini við 3-1 sigri á Víkingi í triðja umfari. Tað var tó ikki heilt ókeypis, tí Adrian Justinussen breyt nøsina og fekk gult kort, tá hann hálaði í Andreas Lava Olsen, sum avar á veg í mótálop.

 – Nøsin er ikki sett upp á pláss enn, men eg ætli mær at spæla sunnudagin móti B36, sigur Adrian Justinussen, sum bleiv ársins spælari í føroyskum fótbólti 2018, við ÍtróttarSosialin í dag.

 ##med2##

Ari Mohr Olsen, Dan í Soylu og Símun Samuelsen skoraðu málini fyri HB, meðan Dion Splidt minkaði um munin fyri Víking. Sermerkt fyri dystin var, at trý tey fyrstu málini komu áðrenn klokkan vísti sjey minuttir. 

HB skal um eina viku spæla móti B36 í landskappingini. Higartil hevur B36 fult stigatal, meðan HB hevur fimm stig. Úr verður sagt, at arbeitt verður av øllum alvi, at fáa skipað tað soleiðis at Adrian Justinussen kann spæla dystin. Ein møguleiki er, at hann spælir við masku.

Føroyameistarar í bridge 2019: Balle Mohr, Rói á Rógvi Joensen, Pól Egholm, Allan Dal-Christiansen(liðskipari) og Eyðun Anthoniussen..