Ársins spælarar eru eisini ársins miðvallarar

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr løtuna, tá Rannvá B. Andreasen (KÍ) og Sølvi Vatnhamar (Víkingur) fingu hin heiðurin

Rannvá B. Andreasen (KÍ) og Sølvi Vatnhamar fingu ein heiður aftrat tí størsta heiðrinum at gerast ársins spælarar í føroyskum fótbólti 2016. Tey fingu bæði eisini heiðurin at verða ársins miðvallarar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Rannvá B. Andreasen og Sølvi Vatnhamar fingu hin heiðurin.

 

Rannvá B. Andreasen hevur annars mest spælt í álopinum, men er seinnu árini farin meir aftur á vøllin. Sølvi Vatnhamar sigur, at hann í ár bleiv fluttur fram á eina meira álopssinnaða posisjón, og hava summi næstan nevnt hann ein áleypara, og har hevur gingið væl, eisini við málskjótingini.