Leygarkvøldið fer Ársins Songrødd 2010 umsíðir av bakkastokki. Tiltakið verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið og byrjar kl. 23.30. Átta ung millum 15-22 ár hava teknað seg til fyrsta umfarið í Havn, men enn er pláss fyri tveimum afturat. Til ber at tekna seg til kappingina á www.songroddin.com , har kunning fæst til vega, um hvat og hvussu ein ber seg at, eitt nú tá ið løg skulu veljast.
Vinnarin av Ársins Songrødd fær eina peningagávu, og arbeitt verður við at fáa avtalu í lag, um at lata vinnaran framføra á einum av festivalunum í summar eins og í fjør.
Tað er aftur í ár DJ-Cool, sum diskar upp við góðum tónleiki. Eins og undanfarin ár er áskoðarafjøldin við til at avgera úrslitið og velja tveir luttakarar til finaluna 1.mai.
Innkomnu SMS-atkvøðurnar verða at síggja á SMS atkvøðu-stabbamyndini, so til ber beinleiðis at fylgja gongdini.
Sum altíð verður lutakast millum sms-atkvøðurnar, og vinningurin er tvey atgongumerki til finaluna 1. mai í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og eitt. vikuskiftispass til Summarfestivalin ella G! Festivalin.