Ársins Songrødd: Alvilda og Danny skulu umboða Norðoyggjar

Um vikuskiftið var Norðoyaumfarið av Ársins Songrødd í Batmintonhøllini í Klaksvík, og finalistarnir eru Alvilda Mørkøre og Danny Baldurson Fyrireikarnir siga seg aldrin áður hava upplivað slíkar sanggávur sum tær í Klaksvík um vikuskiftið, og av teimum 5 luttakandi gjørdist tað Alvilda Mørkøre og Danny Baldurson, ið dómararnir valdu at senda víðari til finaluumfarið.

 

Mark Joensen, fyrireikari av Ársins Songrødd, sigur soleiðis um støðuna.

- At klaksvíkingar hava góðar tónleikarar vita vit alt um, men at allir luttakararnir í einum undanumfari vístu seg sum finalukandidatar, er aldrin áður komið fyri. Støðið var sera høgt, og ein luttakari fyri og annar eftir tóku bæði dómarar og áhoyrarafjøldina á bóli.

Tá ið allir luttakararnir høvdu havt sína framførslu varð greitt, at tað fór at vera sera trupult at finna røttu finalistarnir, men ein avgerð skuldi takast og eftir stóðu Alvilda Mørkøre og Danny Baldurson.

 

Triðja umfarið av Ársins Songrødd 2009 verður á Seglloftinum á Tvøroyri leygarkvøldið komandi.