Ársins pressumynd: Grátandi genta á markinum til USA

Ársins pressumynd hevur John Moore tikið á markinum millum USA og Mexico, sum er av eini grátandi flóttafólkabarni.

Ársins pressumynd hevur John Moore tikið á markinum millum USA og Mexico, sum er av eini grátandi flóttafólkabarni.

 

Ein mynd av eini smágentur, sum grætur hjálparleys, meðan hon og amman verða tiknar í varðhald av einum amerikonskum marknavørði, var í gjár kosin heimsins besta pressumynd á World Press Photo.

Myndin av gentunum, sum er úr Honduras, hevur royndi amerikanski myndamaðurin, John Moore frá Getty Images tikið.

Hon er tikin, stutt eftir at gentan Yanela og mamma hennara, Sandra Sanchez, ólógliga eru komnar um markið úr Mexico til USA.

Sambært dómarunum á World Press Photo vísir myndin »eitt annað slag av harðskapi, sum er sálarlgit«.

Myndin at tvey ára gomlu Yanelu Sanches varð tikin 12. juni í fjør og skapti mikla vreiði um umstrídda flóttafólkapolitikkin hjá USA, sum førdi til at fleiri túsund flóttafólk og børn teirra vóru tikin frá hvør øðrum.

Amerikonsku marknamyndugleikarnir upplýstu seinni, at Yanela Sanches og mamman vóru ikki millum teirra, sum vórðu tikin hvør frá øðrum.

Kortini vakti hetta so mikið kjak, at »Donald Trump, forseti, broytti mannagongdina á økjum í juni í fjør«, ljóðar metingin frá dómarunum við World Press Photo.

Getty Images-myndamaðurin John Moore var í ferð við at taka myndir av amerikonskum marknavørðum í Rio Grande Valley 12. juni um kvøldið í fjør, tá hann sá hesi fólkini, sum royndu at sleppa ummarkið.

– Eg sá óttan í andlitum teirr, í eygum teirra, segði John Moore í eini samrøðu við National Public radio stutt eftir at myndin varð almannakunngjørd.

Meðan vørðarnir vóru í ferð við at skráseta nøvnini hjá flóttunum, fekk Moore eygað á Sandru Sanches og lítlu dóttrina. Gentan fór at gráta, tá mamman setta hana niður fyri at vera kropskannaða.

– Eg legði meg á knæ og hevði bara eina lítla løtu, sigur John Moore, sum hevur dekkað hendingarnar á mexikanska-amerikanska markinum í meira enn 10 ár.

– Fyri meg var tað ein møguleiki at vísa ein ferðin av mannaættini, sum ofta bert kann lesast í hagtølum, sgur 51 ára gamli myndamaðurin.

Heimsins besta pressumynd heiðrar hvørt ár ein myndamann, hvørs visuelli kreativitetur og evni hava skapt eina mynd, ið hugfangar ella umboðar eina hending ella spurdóm, sum hevur havt stóran journalistiskan týdning hetta árið.

Fleiri myndir síggjast her: Vinderne af World Press Photo 2019

 

/ritzau/AFP