Hugnaløta
Í dag fer Jórunn Dánjalsdóttir, listakvinna at avdúka, hvør er kosin ársins myndlistafólk í ár.
Hetta verður gjørt á eini hugnaløtu í Runavíkar skúla, sum byrjar kl. 16.30. Tað eru Javni og Runavíkar kommuna sum skipa fyri hugnaløtuni, har øll eru vælkomin at verða við.
Tann hepni vinnarin fær eitt gávukort áljóðandi 3.000 krónur.
Listarligar gávur
Seinastu árini hevur Javni havt listaframsýningar ymsastaðni í Føroyum.
- Vit hava sæð, hvønn týdning tað hevur at halda menningartarnaðum til tær gávur,
tey hava fingið. Eingin ivi er longur um, at fólk við menningartarni eisini hava serligar listarligar gávur, sigur Javni.
Tað var við hesum í huga, at Javni fyrr í ár bjóðaði fólkum, ið hava
menningartarn, at verða við í kapping at gerast ársins myndlistafólk ár 2002.
Tá ið freistin at senda inn myndir var úti, 20. november, vóru innkomnar umleið 100 myndir.
Tey, ið hava valt ársins mynd 2002, eru listafólkini, Amariel Norðoy, Astrid Andreasen og Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen.
Myndirnar við
Á hugnaløtuni í Runavíkar skúla í dag verða allar myndirnar sýndar fram, og Javni hevur gjørt av, at øll, sum vóru við í kappingini, fáa skreytblað frá felagnum.
Í sambandi við tiltakið, fara spælarar frá musikkskúlanum at luttaka og tey, ið støkka inn á gólvið, fáa eisini ein drekkamunn í hondina.
Javni sigur, at ætlanin var at hava hugnaløtuna, 3. desember, ið er alheimsdagur teirra brekaðu, men vegna serligar umstøður, verður dagurin ikki fyrr enn í dag.










