Sum nakað nýtt fer Sosialurin nú at bjóða øllum lesarunum tvs. øllum Føroya fólki at velja ársins mann og ársins kvinnu í Føroyum í 2005. Hetta fer at vera afturvendandi tiltak á hvørjum ári.
Vit lata tað fyrst og fremst vera upp til tykkum lesarar at gera av, hvat tit halda er besta orsøkin til ella prógvið um, hvør eigur heiðurin at gerast Ársins maður og Ársins kvinna í Føroyum í 2005.
Men vit fara so eisini at leggja dent á hetta:
Maður og kvinna, sum hava uppiborið hetta heiti, hava gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað veri seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið ella samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, fyri eitt ávíst felag ella felagsskap, fyri eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur.
Veljið tykkara mann og kvinnu og grundgevið, hví hesi eru tykkara val.
Fyllið út lepan í jólablaðnum og sendið hann við brævbjálva til okkara: Sosialurin Tórsgøta 1 ella Postsmoga 76, við merkinum: "Ársins maður í 2005" og "Ársins kvinna í 2005". Tit kunnu eisini senda uppskot tykkara sum vanligt bræv. Og eisini ber til at senda hetta sum teldupost til arsins@sosialurin.fo.
Ein dómsnevnd fer so komandi tíðina at velja ársins mann og kvinnu millum mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini at prenta nøkur av uppskotunum við grundgevingunum í komandi bløðum.
Freistin at lata inn uppskot er týsdagin 3. januar.
Avdúkingin av ársins manni og ársins kvinnu í Føroyum í 2005 verður á samkomu í Miðlahúsinum fríggjadagin 6. januar kl. 16.