Tað varð avdúkað í sendingini Hvonn Live í kvøld.
Randi Wardum hevur vart málið hjá greipuvinnarunum úr Klaksvík.
Hon hevur vunnið heiðurin sum ársins málverji so ofta, at hon hevur gloymt talið á steypunum, har tað stendur ?ársins málverji? á.
- Eg spældi í Íslandi fyri tveimum árum síðan, og tá var eg betri, enn eg eri í dag. Serstøk venjing til málverjin verður ikki raðfest serliga høgt í Føroyum, sigur Randi Wardum, sum vónar, at hon heldur fram í KÍ næsta ár.
András Gango skifti til NSÍ undan kappingarárinum í ár. Tað hevur gingið so mikið væl, at hann er kosin ársins málverji.
Hann vann framman fyri Jákup Mikkelsen, sum loysti hann av sum málverji í ÍF.
- Jákup Mikkelsen er tann størsti málverjin í Føroyum nakrantíð, so tað er stuttligt at vinna framman fyri hann, sigur András Gango.