Ársins heiðurslønir 2008 fara í ár til Ingeborg Vinther, Jonhard Mikkelsen og Annfinn í Skála og til Hans Andrias Sølvará. Løgmaður handar heiðursbrøv í Miðlahúsinum kl. 15
Aftur í ár lata Sosialurin og Miðlahúsið saman við Føroya Banka ársins heiðurslønir. Hesar eru: Ársins maður, ársins kvinna og ársins kjakheiðursløn. Heiðurslønin Ársins kvinna verður í ár latin til Ingeborg Vinther, heiðurslønin Ársins maður verður latin teimum báðum, Jonhardi Mikkelsen og Annfinni í Skála, og Ársins Kjakheiðursløn verður latin til Hans Andrias Sølvará.
Tað eru tvær dómsnevndir, sum hava valt hesi millum tey mongu uppskotini, sum lesarar hjá Sosialinum hava sent inn. Í dómsnevndini fyri Ársins mann og kvinnu eru: Eyðun Andreassen, formaður, Jóhanna á Bergi, Andras Róin og Esther Djurhuus. Í dómsnevndini fyri Ársins Kjakheiðursløn eru: Jóannes Dalsgaard, formaður, Karin Kjølbro, Annleyg Lamhauge og Jon Brian Hvidtfeldt.
Heiðurslønirnar verða latnar á samkomu í Miðlahúsinum í dag klokkan 15. Tað verður Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum fer at handa heiðurslønirnar og fara umboð fyri dómsnevndirnar eisini at greiða nærri frá grundgevingunum. Alvi Joensen og Mia Káradóttur fara at framføra tónleik á gittar og tvørfloytu. Eisini fer umboð fyri Føroya Banka at handa vinnarunum tjekk frá bankanum. Øll eru vælkomin til tiltakið.
Hetta er triðja árið á rað, at Sosialurin og Miðlahúsið saman við Føroya Banka skipa fyri tiltakinum. Fyrsta árið vórðu vinnararnir Leila Solmunde, Sofus Olsen og Óli Petersen. Næsta árið vórðu teir Ella Müller, Birgir Enni og Amnesty International, Føroya Deild.